Nú ber til at hita upp til Summar Festivalin við millum annað karnevali, fiskasølu, konsert á vágni, legubáli og altjóða sálmakvøldi
Nú ber til at hita upp til Summar Festivalin við millum annað karnevali, fiskasølu, konsert á vágni, legubáli og altjóða sálmakvøldi
Legubál, fiskasøla, talvkapping og altjóða sálmakvøld. Hetta eru bert nøkur av teimum mongu tiltøkunum, sum koma at seta dám á Klaksvík í vikuni áðrenn Summarfestivalin.
Eitt nú verður altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni, skótarnir hava legubál á Akursmørk, konsert verður á vágni, Fullpower Føroyar skipar fyri bootcamp, karneval fer í gjøgnum býin, útróðrarmenn selja fisk, uttandura talvkapping verður og framsýningar verða at fara til.
Norðlýsið fer at gera meira burturúr tiltøkunum í summarvikuni seinni.




