Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðir drápspartar

Jákup Ósá

Her eru nakrar upplýsingar um grindina í Hvannasundi í gjárkvøldið.

Her eru upplýsingar um grindina í Hvannasundi í gjárkvøldið.

Grindin taldi 39 grindahvalir og ein springara. Tilsamans vóru merkt 294 skinn. Eyðstein Sørensen fann grindina frá landi, meðan Neshamar var fyrsti báturin hjá grindini. Teir býttu finningarfiskin, sum var 16 skinn og fingu hvør sín hval á 8 skinn. Annars var býtið soleiðis, at áleið 1,2 skinn var til hvønn drápspart. Veðrið var av tí fagrasta, tá skorið var upp í Norðdepli í morgun og at síggja til var grindin tikin væl upp og gott lag var á fólki.