Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umleið 100 trailarar gjøgnum Kráargøtu

John William Joensen

Í samband við Summarfestivalin verður ferðslan í miðbýnum umskipað hesa vikuna. Kunngerð á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu loypir ótta á barnafamiljur, sum búgva eftir gøtuni, sum komandi dagarnar fær alla tað tungu ferðsluna úr Norðurhavnini og alla ferðsluna, sum skal til eystursíðuna á býnum og til og frá bygdunum norðanfyri.

Kunngerð frá Klaksvíkar Kommunu:

Í samband við Summarfestivalin verður ferðslan í miðbýnum umskipað hesa vikuna.

Niðanfyri sæst kunngerðin um ferðslubroytingar í viku 32. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánadagin 14.august.

Umskipanin av ferðsluni merkir eisini, at bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga við Borðoyavík og á Varpabrúnni alla vikuna, og at kommunala bussleiðin er óvirkin frá týsdegi og vikuna út.

100 bingjur gjøgnum íbúðarøkið

Vit spurdu okkum fyri í Norðhavnini og hjá virkjum á Eystursíðuni á Klaksvík og komu fram til at gott og væl 100 bingjur skulu aftur og fram hesa vikuna, nú øll ferðslan gongur gjøgnum Kráargøtu. Tá hava vit ikki spurgt bygdirnar Norðanfyri.

Heygavegur kann ikki nýtast av trailarum, tí har gøtan byrjar uppi í Gerðum, er samankomingin gjørd soleiðis, at Trailarar ikki kunnu snæra inn á gøtuna. Í kunngerðini hjá Kommununi sæst, at Heygavegur verður einsrættaður, so bert Krárgøta verður opin báðar vegir.

Fólk sum eiga børn, sum í summarfrí spæla allan dagin kring og á Kráargøtu eru sera misnøgd og óttafull um avgerðina hjá Kommununi.