Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betesda hevur Opið Hús á Summarfestivalinum 2017

Jóhann Lutzen

Eins og undanfarin ár, hevur Betesda Opið Hús á Summarfestivalinum íár. Byrjað varð við hesum í 2014, og er hetta sostatt 4 árið skipa verður fyri hesum tiltaki

Eins og undanfarin ár, hevur Betesda Opið Hús á Summarfestivalinum íár. Byrjað varð við hesum í 2014, og er hetta sostatt 4 árið skipa verður fyri hesum tiltaki

Endamálið hjá samkomuni við at hava Opið Hús á Summarfestivalinum er at vera nærverandi og viðkomandi undir yvirskriftini “Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi – millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast” 2 Kor. 2,15

Byrjað verður hóskvøldið kl 21, meðan húsið opnar fríggja- og leygarkvøldið kl 20.

Í Betesda kann fólk hvíla sær beinini í friðarligum hugnaligum umhvørvi, fáa ein kaffi- ella temunn við eini vaflu ella kakubita afturvið, og annars fáa eitt hugnaligt prát við aðrar festivalgestir ella vertir í húsinum.

Fríggja- og leygarkvøldið verður skipað fyri sangíkasti við andakt.

Øll eru sjálvandi vælkomin.

Harleyfacadeacryl