Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lundin er í stórari menning

Oliver Joensen

Tað siga fólk av fuglaplássunum, sum Norðlýsið hevur práta við í morgun.

Sunnukvøldið vóru vit ein biltúr við Gjógv og endaðu við hugnaligum prátið við tveir útlendingar. Tað sum fangaði eygað var tó lundin á norðaru síðuni á gjónni. Veit meg ikki hava sæð nevnuverdugt av lunda har seinastu árini, men tað kendist fjálgt at síggja at har var lívligt við holurnar.

Í hesum samanhangi ringdu vit til Fugloyar, Trøllanesar og Mykinesar í morgun at frætta um lunda.

Eyðun Eliasen av Trøllanesi sigur, at nógv meira av lunda hevur verið at sæð í ár enn tey hava sæð á Trøllanesi 10-12 tey seinastu árini.

Í fjørð sást týðuliga at lundin var í menning og í ár er upp aftur meira at síggja úti á Egg við Borgaran sá eg tveir stórar ringar, tá eg var har úti fyri korgum og her niðri í Rók omanfyri lendingina er væl av lunda at síggja. Menn hava verið og tikið pisur úr holum og hugt at teimum og tær hava verið spika feitar. Frammanfyri holurnar er nógv traðkað, so har hevur nógv lív verið í og lundi var í hvørjari holu teir kannaðu.

Tað sær bara gott út við lundanum í ár, segði Eyðun Eliasen.

Eddi Lauritsen úr Mykinesi sigur, at fuglurin í ár er væl fyri. Hinvegin so hevur ikki nógv verið av flogi av lunda. Orsøkin til tað er, at lundin sum vanliga flýgur við bergið er ungfuglur og tá so lítið er komið undan árini frammanundan, so manglar tann fuglurin. Gaman í kom væl undan í fjør, men ungfuglurin kemur vanliga ikki aftur fyrr enn annað árið.

Annars hevur nógv verið at sæð av sildbera, so tað kemur ivaleyst enn meira undan í ár, enn í fjør, sum var eitt gott ár í mun til tað vit hava sæð í nógv ár frammanundan.

Í ár eru eisini ógvuliga nógvar ritupisur komnar undan, og ternan hevur sera nógvar ungar í ár og teir eru væl fyri. Vit síggja ternuna flúgva niðan í bølið við onkrum í nevinum, so tað sær væl út fyri fuglinum í ár, segði Eddi Lauritsen.

Av Fugloy sigur Símin Gullaksen, at tey hava longu sæð pisur í túninum har úti, og at pisurinar hava verið spika feitar, so hann væntar at meira kemur undan har úti eisini, enn árini frammanundan.

Harleyfacadeacryl