Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni

Orð og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið beyð Christianskirkjan til altjóða sálmakvøld – hetta sum partur av “Summarvikuni” upp til Summar Festivalin.

Í gjárkvøldið beyð Christianskirkjan til altjóða sálmakvøld – hetta sum partur av “Summarvikuni” upp til Summar Festivalin.

Marjun Lómaklett, prestur, verður litturgur og hevði stutta andakt bæði á einskum og á føroyskum.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi eisini undir til onkrar av ensku sálmunum – og tá ið endað varð við Amazing grace, reistust fólk í kirkjuni og sungu væl við.

Tað mundi vera um 230 fólk til hetta frálíka tiltakið, sum vónandi er komið fyri at verða. Prentaði vórðu 200 sangbløð til sangløtuna, sum var ov lítið.

Kirkjuráðið bjóðaði til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum aftaná sangløtuna.

Ein frálík løta í eini frálíkari kirkju, har fólk hevði leitað sær víða frá til sálmaløtuna – eisini onkur, ið komin var higar við kampingvogni og báti.