Tað síðsta av regnumráðnum liggur yvir Føroyar í løtuni. Um eina løtu er tað farið eysturum.
Tað er slitið í vestanfyri og sunnanfyri, Tað regnar bert í Norðoyggjum og Norðureysturoy. Regnumráðið er á veg eystur um Føroyar, og tað er bert spurningur um tíð, til tað er turt í øllum landinum.
Annars hevur veðrið verið nokkso líkt tí, sum spátt varð gjáramorgun. Tað regnaði tó ikki so illa, sum væntað var – tíbetur. Tað sleyt í eina løtu í nátt eftir Danny and the Veetos, og tað fór at regna aftur nakað seinni. Tað var eisini væntandi.
Næsta vit bíða eftir skal henda í veðrinum, er at tað skal slíta í um alt landið, og at ættin fer upp í útnyrðing-norðan um ein ella tveir tímar.
Eftir tað verður vindferðin 5 til 10 m/s, skýggjað við sólglottum – tó onkrir ælingar. Soleiðis verður helst restin av degnum í dag.
Í morginári verður somuleiðis 5 til 10 m/s av útnyrðingi-norði, men út á fyrrapartin minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s, ættin fer niður ímóti vestri – seinni fer at mala úr ymsum ættum. Tað verður skýggjað veður í morgin við sólglottum, og onkrir ælingar.
Veðrið verður aftur dagført her á síðuni í morgin.




