Fleiri leikarar hjá KÍ hava sera góð hagtøl at vísa á móti Víkingi.
KÍ hevur ikki tapt landskappingardyst ella dyst í steypakappingini móti Víkingi síðani 2014. Tað merkir, at fleiri leikarar ongantíð hava roynt at tapt móti Víkingi í landskappingini.
Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð hava spælt 8 landskappingardystir og ein steypadyst móti Víkingi og ongan dyst tapt. Teirra hagtøl eru:
Landskappingardystir: 8
KÍ vunnið: 4
Javnleikir: 4
Víkingur vunnið: 0
Harafturat kemur finalan um løgmanssteypið í fjør, sum endaði við javnleiki, har KÍ vann uppá brotssparkskapping.
Heldur ikki KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen hevur tapt nakran dyst móti Víkingi sum KÍ leikari. Hann hevur spælt 9 landskappingardystir og ein steypadyst. Eisini í B36 gekk tað honum væl móti Víkingi, tí har tapti hann bara ein landskappingardyst av 6 landskappingardystum. Tilsamans hevur Jonas sostatt spælt 15 landskappingardystir móti Víkingi og bara tapt einaferð. Harafturat koma KÍ leikararnir, sum byrjaðu í 2016 ella seinni. Teir hava ongan dyst tapt móti Víkingi. Somuleiðis kann nevnast, at KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen í KÍ ongan dyst hevur tapt móti Víkingi og telja vit B36 tíðina uppí, so hevur hann bara tapt ein landskappingardyst móti Víkingi í seinastu 15 royndunum.




