Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónleikarir í heimsflokki

Hans Andrias Jacobsen

Multi-grammy-virðislønti tónleikabólkurin úr Los Angeles bleiv settur á stovn í 1977. Bólkurin var samansettur av teimum bestu studiotónleikarunum hatta tíðarskeiðið. Hetta vikuskifti var TOTO á vágsbøi fyri fyrstu ferð

Multi-grammy-virðislønti tónleikabólkurin úr Los Angeles bleiv settur á stovn í 1977. Bólkurin var samansettur av teimum bestu studiotónleikarunum hatta tíðarskeiðið. Hetta vikuskifti var TOTO á vágsbøi fyri fyrstu ferð

Veðrið var av tí allarfagrasta hesa løtuna og vágsbøur var fullur við áhoyrarum.

Tað feita við TOTO er at teir eru so knasandi góðir tónleikarir. Sera væl samanspældur bólkur. Støðið er høgt, sangirnir vóru langir og vit fáa fleiri soloir frá øllum tónleikarunum. Ordiligt guff fyri tónleikaelskaran.

Stílurin varieraði frá bleytum balladum til poppsangir og til harðan rokk.
Steve Lukather er framvegis í heimsflokki. Spæligleðin er har enn. Eisini hevði hann góðan humør.

Bólkurin framførdi hittir, so sum Hold the Line, Stop Loving You, Rosanna, Pamela og Africa. Eisini spældu teir onkur minni kend løg fyri teimum hardcore-TOTO-fjepparunum.

Ljóðið kundi verið nógv harðari frá. Faktist burdu tær flestu konsertirnar á stóra palli verið harðari frá. Tú kundi práta púra vanligt í gjøgnum tað mesta av konsertini. Gittarin og vokalurin vóru eisini ov spakuligir til tíðir.

Annars var hetta undirhald fyri allar pengarnar og fólk hugnaðu sær óført.

TOTO útgeva teira fimmtandu útgávu komandi ár. Útgávan hevur heitið “40 Trips Around the Sun”. Við hesi útgávuni hátíðarhalda teir 40 árs dagin hjá TOTO.