Fyri løtu síðani tosaðu vit við Árna Zachariassen, skipara á Kallanesi. Árni segði, at teir júst vóru liðnir at draga og vóru byrjaðir at sigla inn.
Vit hava verið á Sandoyarbankanum í dag, við 75 stampum, og eg vil meta at vit hava um 11.000 pund inni. Eini 7-8000 pund eru longa ímeðan restin er toskur, hýsa og brosma.
Vit rokna við at vera á Klaksvík umleið kl. 21.30 í kvøld.




