Tað er niðurstøðan seinastu 7 landskappingardystirnar, har Árni Frederiksberg ikki hevur spælt við NSÍ.
Seinastu árini hevur mangan verið kjakast um, hvussu stóran týdning Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg hava fyri NSÍ álopspartin. Klæmint hevur verið toppskjútti í deildini í fýra ár og Árni hevur verið verið millum leikararnar, ið hava skorað og/ella lagt upp til flest mál. Síðani kemur spurningurin, um Árni er avgerandi fyri, at Klæmint skorar mál. Í fjør legði Árni upp til 8 mál hjá Klæminti(av 23 samanlagt) og higartil í ár til 3 mál (av 13 samanlagt).
Sostatt skorar Klæmint tó eisini nógv mál, har Árni ikki beinleiðis leggur síðstu avleveringina. Men úrslitini vísa, at Klæmint hevur ikki skorað mál seinastu 7 dystirnar, har Árni ikki hevur spælt. Síðani Árni byrjaði at spæla fast í NSÍ uppstillingini í 2012, so hevur hann mist 11 landskappingardystir. Teir 11 dystirnar hevur Klæmint, ið hevur spælt allar dystirnar, skorað 3 mál. Av teimum 11 dystunum hevur NSÍ vunnið 5, harav eru fýra komnir móti liðum úr niðaru hálvu á stigatalvuni. Einasti sigurin móti einum topp 5 liði kom í 2013, tá NSÍ á heimavølli vann 3-2 á ÍF, sum hetta árið endaði nummar 2. Árni Frederiksberg er ivasamur til toppdystin móti B36 í Gundadali mikukvøldið, men spælir hann ikki, so siga hagtølini, at NSÍ og Klæmint fáa tað trupult.
Dystir í landskappingini, har Árni Frederiksberg ikki hevur spælt:
18. umfar 2017 HB-NSÍ 4-1, Petur Knudsen
17. umfar 2017 NSÍ-TB/FC Suðuroy/Royn 4-0, Pól Jóhannus Justinusen 2, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen
25. umfar 2015 TB-NSÍ 2-2, Jóhan Jacobsen og Magnus Olsen
24. umfar 2015 NSÍ-HB 0-0
18. umfar 2015 AB-NSÍ 1-2 Jann Martin Mortensen 2
12. umfar 2015 FC Suðuroy-NSÍ 1-3, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Haraldur Højgaard
8. umfar 2015 Víkingur-NSÍ, 5-1 Magnus H. Olsen
5. umfar 2015 TB-NSÍ 2-3 Klæmint A. Olsem 2, Jonleif Højgaard
23. umfar 2014 Víkingur-NSÍ 3-1, Klæmint A. Olsen
18. umfar 2013 NSÍ-ÍF 3-2, Andras B. Vágsheyg, Haraldur Højgaard og Einar Tróndargjógv
17. umfar 2012 B36-NSÍ 5-1, Jann Martin Mortensen
Dystir: 11
NSÍ vunnið: 5 (Móti TB, FC Suðuroy, TB/FCS/Royn, AB og ÍF)
Javnleikur: 2 (TB og HB)
NSÍ tapt: 4 (Víkingur (2), HB og B36)




