Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM verður um vikuskiftið

Frælsur Ítróttur

Leygar- og sunnudagin 19. og 20. august verður FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappast verður í øllum greinum uttan í stangarlopi og 10.000 m.

FM er í ár opin kapping, og FÍF vónar, at síggja øll “tey vanligu” umframt nógv nýggj andlit, sum hava hug at royna síni evni. Einast treyt fyri luttøku er at man er føddur í 2002 ella fyrr.

Kappingargreinar leygardagin:

  • 100 m
  • 400 m
  • 800 m
  • 5.000 m
  • 400 m rimarenning
  • longdarlop
  • klingrukast
  • sleggjuvarp
  • 4Ö-100 m boðrenning

Kappingargreinar sunnudagin:

  • 200 m
  • 1.500 m
  • 100/110 m rimarenning
  • 3.000 m forðarenning
  • hæddarlop
  • trístøkk
  • spjótkast
  • kúluvarp
  • 4Ö-400 m boðrenning

Báðar dagarnar verður kappast frá klokkan 13.00 til 16.30. Meir kunning um tíðarætlan og startlistar eru at finna á heimasíðuni www.fif.fo.

Treysti hevur 9 góðar íðkarar við, og tey eru: Rebekka Fuglø, Julian Gregersen, Gunnar Sivertsen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø, Birita Ryan, Júst í Túni og Guttorm Sørensen.