Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB/FC Suðuroy/Royn hópurin minkar

Jákup Ósá

Fýra leikarar, sum hava verið í Effohópinum hjá suðuroyingum, fara av landinum nú og spæla ikki aftur í ár.

TB/FC Suðuroy/Royn byrjaði kappingarárið væl og lá leingi í ovara hálvu av stigatalvuni, men so kom stígur í og serliga eftir summarsteðgin hevur gingið illa. Liðið hevur tapt allar dystirnar og er nú partur av botnstríðnum, tó at tað enn eru fimm stig niður til 07 Vestur, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni. Sunnudagin kann liðið við sigri á botnliðnum ÍF, samstundis sum 07 Vestur væntandi tapir móti HB, seta seg í eina góða støðu í mun til niðurflyting.

Men hópurin hjá suðuroyingum er minkaður. Fýra leikarar eru farnir av landinum, sum annars hava verið partur av besta liðnum. Heri Kjærbo(spælt 17 dystir), Ragnar Joensen (spælt 5 dystir), Teitur Justinussen (spælt 4 dystir) og John Willi Leo (ongan dyst spælt, á bonkinum í 7 dystum) vera ikki longur tøkir hjá venjaranum. Fyrr í vikuni hevur in.fo skrivað um, at Poul Ingason møguliga hevur spælt sín seinasta dyst hetta kappingarárið. Í øllum førum er greitt, at møguleikarnir hjá venjaranum Maurice Ross (sum vit síggja á myndini) at blanda kortini eru blivnir færri enn fyrr í ár.