Klakkur, Volunteer, Bragd, Gordrúgvin og Olga Maria vóru millum bátarnar, sum vóru best í 2016.
Í morgun handaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heiðursplátur til bestu skipini í 2016. Bæði fyri nøgd og virði. Seinni koma nøvnini av øllum vinnarunum í nøgd og virði. Men vit kunnu siga so mikið sum, at í sínum bólkum vunnu Klakkur, Volunteer, Bragd, Gordrúgvin og Olga Maria bæði í nøgd og virði. Her eru myndir av vinnarunum.




