Christian í Grótinum samtakið hevur tríggjar rættir, sum tey borðreiða við á sjómannadegnum
Christian í Grótinum samtakið hevur tríggjar rættir, sum tey borðreiða við á sjómannadegnum
Jón Rasmussen frá Christian í Grótinum samtakinum sigur at teir hava tveir rættir av makrel og rabarbutriflu at bjóða gestunum. Tann eini er roykt makrelfløk gjørd til salat, sum Sjógæti hevur gjørt. Hin rætturin er egin framleiðsla gjørd í Týsklandi, við tomati og mozzarella osti blandað við skrúum. Hesin rætturin er meira til børnini.
Jón sigur at tey hava gjørt eini 5000 makrelrættir, kanska meir og tað gongur skjótt undan.
Harumframt ber til at fáa vælsmakkandi rabarbutriflu og kaffi frá Jórun í tjaldinum.
Sí samrøðuna við Jón Rasmussen niðanfyri:




