Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur liðskipari hjá KÍ í dag

Jákup Ósá

Teir sum vanliga eru liðskiparar vóru ikki tøkir til dagsins dyst.

Fyri fyrstu ferð í síni tíð í KÍ var Ahmed Mujdragic liðskipari hjá KÍ.

Liðskiparin Jonas F. Rasmussen hevði leikbann til dagsins dyst, meðan Páll A. Klettskarð(á bonkinum) og Atli Danielsen(skaddur) heldur ikki vóru tøkir frá byrjan. Tí skuldi KÍ hava nýggjan liðskipara og valið fall á serbiska miðverjan Ahmed Mujdragic.

Við 2-1 sigri hevur Ahmed Mujdragic góð hagtøl at vísa á sum liðskipari. Eisini kann nevnast, at KÍ ongan landskappingardyst hevur tapt í ár, tá Ahmed hevur verið við frá byrjan.