Føroyska A-landsliðið verður nógv skert móti Portugal. Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen byrja allir inni vanliga, tá sterkasta liðið spælir. Men teir eru ikki tøkir hesaferð. Ein KÍ leikari er úttikin. Tað er verjuleikarin Hørður Askham.
Fsf.fo skrivar soleiðis:
Hósdagin 31. august klokkan 19:45 spæla Portugal og Føroyar á Estadio do Bessa í Porto, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 3. september klokkan 17:00 skal føroyska liðið royna seg ímóti Andorra á Tórsvølli.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)




