Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup á Borg og John Petersen millum málskjúttarnar í kvøld

Jákup Ósá

1.deild: B36 hevur leitað sær old boys leikarar fram fyri at bjarga liðnum í næstbestu deildini.

1.deild: B36 hevur leitað sær old boys leikarar fram fyri at bjarga liðnum í næstbestu deildini.

B36 liggur í løtuni í niðurflytingarstríðnum í nsætbestu deildini. Fyrr í ár var talan um ungt lið við royndum leikarum afturat, men nú hevur B36 leutað nakrar gamlar legendur fram, sum hava aldur til old boys kappingar. Tá B36 í kvøld spældi 3-3 javnleik móti Giza Hoyvík vóru Jákup á Borg og John Petersen, sum m.a. mannaðu B36 álopið í bestu deildini fyri 20 árum síðani, millum málskjúttarnar. Aðrir leikarar, sum eru givnir á hægsta stigi, í uppstillingini vóru m.a. føroyameistararnir á metliðnum í 2011, Símun Joensen, Heini í Skorini og John Hansen. Hjá Giza Hoyvík skoraðu Evrard Blé og Ahmed Keita(2), so talan var eisini um málskjúttar á Giza Hoyvík liðnum, sum hava takkað fyri seg í bestu deildini. Úrslitið ger, at bæði liðini framvegis er hótt av niðurflyting. Giza Hoyvík hevur á 7. plássi 22 stig, meðan B36 á 8. plássi hevur 21 stig. Undir strikuni á 9. plássi er TB/FC Suðuroy/Royn við 20 stigum og einum dystum færri leiktum.

Úrslitini í 1.deild í kvøld vóru:

B36-Giza Hoyvík 3-3

Víkingur-B68 1-1

HB-AB 0-1

ÍF og KÍ spæla fríggjakvøldið, meðan NSÍ og TB/FC Suðuroy/Royn spæla sunnudagin.