Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brendir møguleikar kostaðu KÍ tvey týðandi stig

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Út frá mál møguleikum skuldi KÍ vunnið greiðan sigur í Sørvági í kvøld, men so kom liðið undir trýst seinasta partin av dystinum, og tað endaði við einum útjavnandi máli til 07 Vestur langt inni í yvirtíðini.

KÍ byrjaði í eini 4-4-2 leikskipan, har Jóannes K. Danielsen var aftur á høgra bakki, meðan Hørður Askham spældi sum verjukendur miðvallaleikari. Heðin Klakstein fekk møguleikan á vinstra kanti og bæði hann og Jóannes tóku av og spældu ein góðan dyst. Páll A. Klettskarð var ikki nóg klárur til at byrja inni vegna skaða.

KÍ sat á øllum í fyrra hálvleiki

KÍ spældi ein góðan fyrra hálvleiki og hevði møguleikar til at hava eina greiða leiðslu. Tað gekk illað at fáa mál og hálvleiksstøðan var 0-0. Men í seinna hálvleiki fekk KÍ eina dreymabyrjan, tá Jóannes Bjartalíð sendi frísparksinnlegg í høvdið á Ahmed Mujdragic, sum skallaði til 1-0. Eftir hetta javnaði dysturin seg nakað, men KÍ fekk stórar møguleikar at økja. Tað endaði tó ikki við nøkrum máli.

07 Vestur setti KÍ undir trýst seinastu løtuna

At KÍ ikki megnaði at drepa dystin við næsta málinum skuldi vísa seg at blíva dýrt. Seinastu 15-20 minuttirnar megnaði 07 Vestur at leggja KÍ undir eitt ávíst trýst. Spælið gekk nú fyri seg á KÍ hálvuni fyri tað mesta og fleiri spentar støður vóru. Tá 07 Vestur leikarar skuldu til at skjóta, so kom tó altíð okkurt KÍ bein fyri. Onkur roynd úti frá var beint á KÍ málverjan, men KÍ megnaði illa at varðveita bóltin seinastu løtuna, og tí kundi 07 Vestur fáa spentar álopsstøður. Í yvirtíðini endaði ein skotroynd í KÍ málinum, men dómarin Kári J. Á Høvdanum hevði frammanundan dømt fríspark til 07 Vestur. Tað skapti øði á heimaliðið, meðan KÍ kundi fegnast. Tað var tó ikki so nógv at fegnast um, tí uppá frísparkið skeyt Søren Nielsen umvegis yvirleggjaran bóltin í málið, og so endaði tað 1-1.

KÍ heldur ongantíð málið reint

Á sjálvum 113 ára stovningardegnum hjá KÍ misti KÍ sostatt síni fyrstu stig hetta kappingarárið móti øðrum av liðunum undir niðurflytingarstrikuni, ÍF og 07 Vestur. Í mál møguleikum vann KÍ kanska eini 10-3 og í heilt stórum mál møguleikum eini 6-1, men endaliga úrslitið var 1-1. Hóast tað sendi KÍ uppá 2. plássið í Effodeildini, so vóru hetta tvey stig, sum teir bláu føla seg hava mist. KÍ datt ov langt aftur seinasta partin av dystinum og hendan partin av spælinum at halda eina leiðslu við verjuspæli hevur liðið ikki dugað væl hetta kappingarárið. Seinastu 10 dystirnar hevur KÍ ongantíð megnað at hildið málið reint, og tí er neyðugt at skora meir enn eitt mál fyri at vinna dystir. Tað megnaði KÍ ikki hendan dystin, hóast ríkiligt av mál møguleikum vóru til tess. FM møguleikin hjá KÍ minkaði nakað, nú Víkingur er 5 stig á odda umframt eina betri málúrtøku, meðan KÍ í mun til Europa League luttøku styrkti um sína støðu, nú HB púra óvæntað tapti móti ÍF, sum KÍ skal spæla ímóti næsta umfar, sum verður um góðar tvær vikur.