Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg harmist um gongdina

Jóhann Lutzen

– Tá stjórin er settur á Landssjúkrahúsinum liggur evsta ábyrgd ikki longur hjá ávíkavist Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsum. Eg havi gjørt vart við mína støðu á rætta stað, sigur Heri Ellingsgaard stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

– Tá stjórin er settur á Landssjúkrahúsinum liggur evsta ábyrgd ikki longur hjá ávíkavist Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsum. Eg havi gjørt vart við mína støðu á rætta stað, sigur Heri Ellingsgaard stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Norðlýsið hevur vent sær til stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Hera Ellingsgaard at fáa eina viðmerking, nú Heilsu- og Innlendismálaráðið í starvslýsingum í miðlunum lýsir eftir nýggjum stjóra til Landssjúkrahúsi.

Heri Ellingsgaard sigur at hann ikki er samdur við orðingini í lýsingini og at hann hevur borið sínar meiningar fram á rætta stað. Á rætta stað í hesum førinum er hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í sjúkrahúsmálum, Turið Arge, aðalstjóra í Heilsu- og innlendismálaráðnum og samgongutinglimunum Jónleif Johannesen og Óluvu Klettskarð, vísur Heri á.

Tá starvið er sett, liggur evsta ábyrgd ikki longur í Klaksvík ella Suðuroy, men í Havn, sigur Heri. Hetta er ikki sama loysn sum fyriliggur nú, í mun til fyrr í ár, tá ætlanin var at avbjóðingar skuldu loysast í tvørgangandi leiðslutoymi, sigur Heri Ellingsgaard.

Fyri at seta tingini í perspektiv, kunnu vit ímynda okkum um leiðsluábyrgdin fyri Klaksvíkar sjúkrahúsi lá í Tórshavn fyri 50 árum síðani, um Klaksvíkar Sjúkrahús hevði sæð eins út og tað ger í dag, sigur Heri Ellingsgaard at enda. 

Harleywoodpaint