Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava stongt fyri møguleikanum at tippa Portugal

Jákup Ósá

(Porto) Veddingarfyritøkur hava Portugal sum so stóran favoritt, at tað ikki ber til at tippa Portugal at vinna dystin móti Føroyum.

Danske spill hevur 1,01 í odds uppá at Portugal vinnur móti Føroyum og tað er enntá fari so langt, at tað ikki ber til at seta pengar á hendan møguleikan. Fyri at tippa Portugal má ein tí hava ymiskar fortreytir sum m.a., at Portugal vinnur fyrra hálvleik ella vinnur við fleiri málum. Ein sigur til Føroyar gevur pengarnar 60 ferðir aftur, meðan ein javnleikur gevur pengarnar 18 ferðir aftur.