Tyrlutænastan hjá Atlantsflog hevur ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Fólk á útoyggj, sjófólk og øll vit onnur, kenna okkum munandi tryggari her á landi við væl virkandi tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways.
Men eins og tá talan er um tænastuna hjá Strandferðsluni, so er manglandi innlendis ferðavinnupolitikkur eisini eitt haft um beinið hjá okkara tyrlutænastu.
Um summarið tá nógv frammand ferðafólk vitja hendavegin, ber til hjá “turistum” at flúgva við tyrlunum hjá Atlantsflog fyri lítið og lætt, ja, fyri ikki at siga fyri einki.
Hetta hevur við sær, at tænastan til útoyggjarnar fær eitt skot fyri bógvin um summarið, tí rututúrarnir hjá tyrlunum eru bookaðir mánað frammanundan.
Tað kemur eisini fyri, at fólk á útoyggj, ið ikki kunnu brúka skipasambandið, ikki sleppa við tyrluni heldur, tí har er ikki setur at uppdríva.
Norðlýsið veit um, at fólk eru farin við Rituni út til Svínoyar, fyri at sleppa við tyrluni hagani.
Fyri bert 110 krónur, ber til at sleppa úr Klaksvík til Hattarvíkar og fyri bert 145 krónur sleppur ein úr Vágunum til Mykinesar. Dýrasti flogsegilin eg finni er úr Hattarvík til Mykinesar, og har slepst fyri 360 krónur.
Tað er onki at siga til, at fremmandi ferðamaðurin, ið vil síggja Føroyar, ger sær dælt av hesum sera forkunnuga føroyska gestablíðninum.
Úrslitið er, at tyrlurnar flúgva stúgvandi fullar av turistum alt summarið.
Eisini á hesum økinum haltar innlendis ferðavinnupolitikkurin. Tað kann ikki vera meiningin, at føroyski skattgjaldarin skal gjalda fyri tyrluflúgving hjá ferðafólki, ið kemur til Føroya. Tað er at vera í blíðara lagið, ella hvussu?




