Til Norðlýsið. Klaksvík tann. 1-9-2017.
Viðmerking.
Í Norðlýsið nr.24 av 23-8-2017, hevur Gunnvá við Keldu, býráðslimur eina grein,
sum hon kallar ”Klaksvíkar havn í menning, og árin av hesum”
Greinin er mest um óljóð við havnalag við Norðhavn í Ánunum, onki verður sagt
hvar hetta óljóð kemur frá, er hetta føroysk skip ella er hetta russisk skip, sum
skapa hetta óljóð.
Í grein setur Gunnvá 4 spurningar til havna- og vinnunevnd hjá Klaksvíkar kommunu, um krøv til óljóð og útlát, og biður hesa somu nevnd skunda sær at geva henni eitt svar, og so nemur hon við at Klaksvíkar kommuna/ Klaksvíkar havn ”altíð skal verða uppá forkant, og ikki í seinra enda hava torført við at liva upp til krøvini”
Tað er hetta seinasta í grein, sum fekk meg at taka penn í hond, og greiða borgarar
í Klaksvík frá tí el-teknisku støðu hjá Klaksvíkar Havn, anno 2017.
Minnist eg rætt, so var eitt tað fyrsta Gunnvá gjørdi sum borgarstjóri í 2009,
var at taka 2 byggistig av bryggjukanti við Norðhavnina í Ánunum í brúk,
180 m av atløgubryggju.
Klaksvíkar kommuna átti ikki pening til at byggja og fíggja hesa verkætlan, so heitt var á synir hjá Palla Rasmussen o.a, um at fíggja hesa verkætlan, so skuldi Klaksvíkar
kommuna gjalda hetta aftur, við rentu, á conto.
Ólukkan í hesari verkætlan og avtalu var, at hon galt bert fyri betong, stál og asfalt.
Tær teknisku installatiónir sum skuldu í bryggjuna, og ljós á økinum, skuldi
Klaksvíkar kommuna sjálv avgreiða.
Nú vit skriva 2017, og 8 ár eru gingin við Gunnvá við Keldu, sum borgarstjóra og
kassameistara, er ongin el-kraft skipan løgd í henda partin av bryggju í Norðhavnini.
Í samband við belýsning á økinum, er minna helvtin sett upp. Eitt portur sum var alt
avgerandi at fáa uppsett, fyri at fáa Norðhavnina at verða altjóða trygdar góðkend,
bleiv keypt, men er ongantíð uppsett, og tikið í brúk.
So Gunnvá fyrsta treytin fyri at fáa russar at steðga sínum ljósmotori umborð á sínum
skipi, sum sigast at geva óljóð, er at vit hava eina el-skipan á landi, sum kann veita teimum landstreym, so teir ikki skulu sita kaldir og svangir umborð, tí Gunnvá vil hava svøvnfrið í Ánunum.
Næsta treytin er at el-skipanin hjá Klaksvíkar havn verður dagførd, so hon samsvarar við krøv sum SEV setur í dag.
Sjálvur havið eg el-projektera Kabeldon el-høvuðstalvur hjá Klaksvíkar Havn fyri ca. 40 árum síðani. Bryggja á Kósini (2 stk). Bryggja á Stongum (1 stk). Bryggja á Vestursíðu (1 stk). Hesar el-høvuðstalvur vóru allar bygdar inn í Kabeldon jarnskáp við leysum máti trafo til SEV el-mátara, og vóru hesar el-talvur góðkendar av SEV,
í samband við tá tíðar krøv.
Í ár 2000 verða hesar treytir broyttar, so el-talvur nú eisini skulu verjast ímóti
”beskyttelse mod indirekte berøring”, vanliga nevnd ”BIB” tryggja.
Tann 5-5-2016 er SEV á eftirlits vitjan á eystursíðu hjá Klaksvíkar Havn her í Klaksvík, har verður komið fram til at 3 stk Kabeldon el-høvustalvur hjá Klaksvíkar Havn, ikki uppfylla krøv um ”BIB” trygging, og at trafo felti til el-máting hjá SEV, skal kunna læsast og plomberast.
Ringast stendur til við innlegging nr.60104, Kabeldon el-høvuðstalva til bryggju
á Kósini suður. Her er el-mátari hjá SEV steðgaður í samband við flytan av skápi, vegna tilbygging av Kósavirkinum, og ber tí ikki til hjá SEV at avrokna el-nýslu
við Klaksvíkar havn.
Í brævið av 19-5-2016 til Klaksvíkar Havn frá SEV, verða teir bidnir um at fáa hesi
viðurskiftir í rættlag, við hesar 3 stk Kabeldon el-høvuðstalvum á eystursíðu.
Ongin reaktión kemur frá Klaksvíkar kommunu, sum varar av Klaksvíkar Havn.
Ikki fyrr enn SEV hóttir við at taka sikring úr í trafostøð, til innlegging nr. 60104
bryggja á Kósini suður, vaknar tekniska umsiting við kaldan dreym, og fær sett
hetta í gongd, í óðum verki.
Nú eitt ár er gingið, er onki gjørt við at dagføra rest av Kabeldon el-talvun hjá Klaksvíkar havn. Hetta ferð alt fram í meðan Gunnvá við Keldu situr sum borgarstjóri og kassameistari í Klaksvíkar kommunu, og núverandi borgarstjóri Jógvan Skorheim situr sum vara borgarstjóri.
Eg vil bart út siga, at tann el-tekniski útbúnaður hjá Klaksvíkar Havn, tað verði seg
el-talvur, belýsningur o.a, hevur ongan góðan átt, hvørki hjá politikara ella í teknisku umsiting hjá Klaksvíkar kommunu. Ikki síðan Torleif Sigurðsson var formaður í havnanevndini, og legði lunnar undir byggjan av Norðhavn í Ánunum,
er nakað av týdningi gjørt við tað el-tekniska hjá Klaksvíkar Havn.
Í 2007 fór eg av mínum eintingum í holt við at gerða ein plan yvir el og el-rørskipan
til bryggju á Kósini, tí eg fekk at vita at Klaksvíkar kommuna hevði ætlan um at
leggja asfalt á alla bryggjuna, eisini yvir spaltirennu, har landkaðlar blivu førdir til
el-talvur, sum sita við Kósavirkið. Eisini var eg vitandi um at Kabeldon el-
høvuðstalvur til bryggju á Kósini, ikki vóru dagførdar, so tær samsvaraðu krøvum frá SEV.
Í 2009 var hesin heildarplanur sendur til teknisku umsiting hjá Klaksvíkar kommunu,
hann var deildur upp í 3 byggistig, og kann bert gerast tá Kósavirkið er í summarfrí.
Seinri fekk eg bræv frá Gunnvá við Keldu, borgarstjóra, og Hera M.Hammer
býarverkfrøðingi, har var sagt mær frá, at eg skuldi ikki fara í holt við nakað
el-projekt hjá Klaksvíkar kommunu ella Klaksvíkar Havn, uttan eg fekk boð frá
teimum báðum, síðani eru ongi boð komin hvørki frá Gunnvu ella Hera, um at
loysa el-uppgávur fyri Klaksvíkar kommunu.
Nú 8 ár eru ligin síðan Klaksvíkar kommuna fekk el-projektið, er onki gjørt við at
fáa el-skipan út til bryggjukantin við bryggjuna á Kósini. Gott var at eg í 2007 hevði
konstruera eina nýggja Cubic el-høvuðstalvu til inlegging nr. 60104, bryggja á Kósini
suður, so nú var lag á manni at seta hesa el-talvu í ordra frá El-talvuvirkið í Gøtu.
So slapp SEV frá at taka sikringar út á sumri í 2016 hjá Klaksvíkar havn,
og leggja alla Kósabryggjuna myrka.
So Gunnvá ! tú gjørdi onki tey 8 ár sum borgarstjóri, við at fáa tað el-tekniska
í ordan við bryggjuna á Kósini. Og tú gjørdi einki við at fáa eina el-skipan í teir 180 metrunum uppíbyggjan av bryggju við Norðhavn í Ánunum, so minkast kundi um óljóð, við at givið russum møguleikan at fáa landstreym. Nú tú situr í andstøðu, er tað nemt at rópa upp og fáa aðrar at loysa trupulleikan, við óljóði og el-skipan hjá Klaksvíkar Havn, sum tú onki gjørdi við tey 8 árini, sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Fyrrverandi el-ráðgevið hjá Klaksvíkar kommunu.
Oddbjørn Vágslíð.
Á Brekku.1.
FO.700 Klaksvík.




