Um tvey tíðina í nátt, kom Kallanes aftur av línitúri eystanfyri. Teir høvdu knapt 13.000 pund. Umleið 8000 av longu, 3000 av brosmu og restin var toskur og hýsa. Kallanes hevði tá verið burturí tvey samdøgur við 110 stampum.
Vetrarútróðurin innari er ikki rættuliga byrjaður enn hjá stóru útróðrarbátunum. Tó gjørdi Bragd eina roynd við 120 stampum, men kom aftur við 2000 pundum. Norðsøki fór til Vágs á beding í nátt, ímeðan Líðhamar er við at leggja um til línu. Brandur, sum er einasti størri útróðrarbátur norðuri í sundi hevur verið tríggjar túrar seinastu tríggjar vikurnar á djúpum. Teir fingu 4000 eina túrin, 4.500 annan og 6.000 pund triðja túrin, meginparturin longa.




