Nógv fólk vitjaðu á Staravegi 18 seinnapartin í dag, tá Almannaverkið hevði almenna móttøku í sambandi við at stovnurin er fluttur. Nýggi bygningurin hjá Almannaverkinum er ein nýmótans bygningur, sum brúkar munandi minni orku enn gomlu hølini
Nógv fólk vitjaðu á Staravegi 18 seinnapartin í dag, tá Almannaverkið hevði almenna móttøku í sambandi við at stovnurin er fluttur. Nýggi bygningurin hjá Almannaverkinum er ein nýmótans bygningur, sum brúkar munandi minni orku enn gomlu hølini
Almenna móttøkan hjá Almannaverkinum seinnapartin varð sera væl vitjað. Fleiri enn 400 fólk nýttu høvið at heilsa uppá starvsfólk og leiðslu í Almannaverkinum og at hyggja at nýggja høvuðssætinum.
Eitt høvuðssæti, sum er bygt til endamálið hjá Almannaverkinum
Almannaverkið hevur saman við byggiharranum teknað og lagt nýggja bygningin til rættis. Húsaleigan er fastsett á 1.100 krónur fermeturin, íroknað húsavørð tey tíggju árini, sum leigumálið er galdandi.
Bygningurin er 2340 fermetrar til støddar og byggikostnaðurin er á slakar 10.000 krónur fermeturin. Tað er Sp/f Fróði Sigvardsen, sum hevur bygt og leigar bygningin til Almannaverkið.
– Vit hava fingið ein virkisføran og væl innrættaðan bygning til okkara virksemi. Nú er tað upp til okkum at slípa hendan gimsteinin til, so vit fáa sum mest burturúr, segði Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum á almennu móttøkuni seinnapartin.
Umhvørvisvinarligur bygningur
Høvuðssætið hjá Almannaverkinum verður hitað við hitapumpum, sum standa á takinum á bygninginum. Bygningurin er væl bjálvaður og alt glasið í bygninginum er í trimum løgum, so bygningurin brúkar sum minst av orku. Orkunýtslan í nýggja bygninginum hevur einans verið 9.000 krónur í bæði í juni og juli í ár, meðan kostnaðurin fyri olju og el í gamla høvuðssætinum var í miðal 45.000 krónur um mánaðin.
Men umhvørvið inni er eisini betri. Stóru glasflaturnar tryggja gott ljós, meðan gólvhiti, luftiskiftisskipan og ljóðtálmandi tilfar tryggja, at inni er gott at vera.
Gott og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi
Nýggi bygningurin hevur givið Almannaverkinum høvi at broyta ymisk viðurskifti til tað betra. Eitt nú verður farið frá opnum skrivstovuumhvørvi til skrivstovur, tí tað hóskar betri til virksemið hjá Almannaverkinum.
– Broytingin hevur við sær, at vit skulu arbeiða á ein annan hátt og tað tekur tíð at venja seg við. Eitt nú skulu vit hava nýggjar “húsreglur”, sum tryggja sosialu samveruna millum starvsfólkini, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Matstovan hevur fingið ein nýmótans, góðkendan ídnaðarkøk, sum veitir starvsfólkunum góðan og bíligan mat á staðnum. At enda er dentur lagdur á at skapa hugnalig og innbjóðandi felagshøli, og ikki minst eina rúmliga og vinarliga móttøku til viðskiftafólki hjá Almannaverkinum




