Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um Skarðið til Hellurnar á Mentanardøgunum

Orð og myndir: Dávur Winther

Ein partur av skránni á Mentanardøgunum í Fuglafirði í gjár var at ganga til Hellurnar um Skarðið. Hesum tilboði høvdu 40 fólk valt at taka av

Ein partur av skránni á Mentanardøgunum í Fuglafirði í gjár var at ganga til Hellurnar um Skarðið. Hesum tilboði høvdu 40 fólk valt at taka av

Í fagrasta veðri varð farið av stað um miðdagsleitið. Steðgaðu á ymsa staðni og fingu okkurt at vita. M.a. varð steðgað á við Malunarhav, sum neytakonan, Malan sigst skal hava lyft, tá ið hon var við barn – 352 pund vigar tað.

Steðgaðu á við stóra varðan og sungu ein sang, áðrenn farið var omanav aftur móti Hellunum. Ferðin var annars í ljósinum av læknaferðum hjá Emmu Winther, sum hevði mangan túrin um Skarðið og onnur fjøll við.

Gøtan er væl frámerkt við varðum og lætt er at finna gamla el-steyran, har tú tekur teg omanav í brattan – oman eftir Spreingisbrekku, áðrenn tú kemur til Hellurnar.

Á Hellunum var háur himin – sólin skein oman og niðan, og Jústines Eidesgaard hevði vundið flaggið á stong. Hagar vóru vit boðin at støkka inn á gólvið at síggja hansara nýumvaldu, snotiligu hús

Jústines greiddi frá umvælingini, ið hevði gingið um fimm ár, og at hann hevði brúkt rekavið, sum vísti seg at vera frá Sibiria. Eitt sjónvarpslið hevur fylgt hongum øll hesi fimm árini, meðan enduruppbyggingin hevur verið fyri, og verður ein sending sjónvarpssending gjørd burturúr hesum.

Borðreitt varð við fýra ymiskum rættum frá Leif Sørensen – so tað var ikki bara so hissini at støkka inn á gólvið hjá Jústines. Veðrið var so gott, at fleiri valdu at seta seg uttanfyri at njóta sólina.

Áðrenn siglt varð aftur til Fuglafjarðar av Hellunum við Norðlýsinum, sungu Niels Midjord og Eilin Hansen tríggjar varkar sangir fyri okkum – Kingo og Cohen.

Komin aftur til Fuglafjarðar var kór-konsert í Mentanarhúsinum, og tað reyk av góðum mati ymsastaðni frá.

Ein frálíkur dagur við drúgvari skrá, sum heldur fram í dag.