Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking um óljóð frá skipum

Kári Hansen, Maskinstj. R/V Paamiut

Síggi í bløðunum at fólk ilskast um gang frá skipum, ið liggja í føroyskum havnum. Eitt annað árin, er útlát frá skipunum, men tað nervar ikki náttarsvøvnin á sama hátt, hóast tað helst er meiri vandamikið

Síggi í bløðunum at fólk ilskast um gang frá skipum, ið liggja í føroyskum havnum. Eitt annað árin, er útlát frá skipunum, men tað nervar ikki náttarsvøvnin á sama hátt, hóast tað helst er meiri vandamikið

Loysnin er einføld: Landsins mynduleikar eiga at krevja, við rímiligari skiftistíð, at skip í føroyskum havnum binda í landstreym í seinasta lagi 1 tíma eftir at skipið er bundið.

Tað er landsuppgáva at gera hesa reglugerð, tí tað ber ikki til at føroyskar havnir hava hvør sína tulking, og tað kanska verður ein spurningur um hvør er lagaligastur í hesum máli.

Mastodonturin SEV eigur at fáa boð at greiða hetta beinanvegin, soleiðis at nóg mikið er av streymi og rætt slag av íbinding.

Vit liggja á Hafnarfirði í løtuni, og higar komu tveir stórir russiskir trolarar í fyrradagin. Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu teir landstreym, gangur og útlát = 0.

Eg leggi tvær myndir við soleiðis at tað ber til at síggja hvussu lítið talan er um av installatión.

Um SEV heldur uppgávuna vera ov torføra, hugsi eg at Íslendarar kundu givið góð ráð.