Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan: Seinasta skotið í byrsuni

John William Joensen

Fyri kortum boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum frá, at nú var enn einaferð semja í samgonguni um fiskivinnu nýskipanina. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum segði við KVF, at hann hevði ”17 undirskriftir aftan fyri uppskotið”. Sum Norðlýsið skilir hava samgongulimir enn einaferð skrivað undir ein prosa tekst har samgongulimir taka undir við eini semju, har m.a. sagt verður at 25% av samlaða fiskatilfeinginum, skal um uppboðssølu.

Fyri kortum boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum frá, at nú var enn einaferð semja í samgonguni um fiskivinnu nýskipanina. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum segði við KVF, at hann hevði ”17 undirskriftir aftan fyri uppskotið”. Sum Norðlýsið skilir hava samgongulimir enn einaferð skrivað undir ein prosa tekst har samgongulimir taka undir við eini semju, har m.a. sagt verður at 25% av samlaða fiskatilfeinginum, skal um uppboðssølu.

Semjan er ikki meira ítøkilig enn so, at samgongulimir ikki hava sæð endaliga lógaruppskotið, og tá tað var borið í tingið seinast, vísti tað seg, at undirtøka als ikki var í samgonguni.

M.a. gjørdi Kristin Michelsen greitt, at hann atkvøddi ikki fyri uppskotinum og hann kom ongantíð til Havnar hendan morgunin løgtingsformaðurin bjargaði samgonguni við at senda tingið til hús. Men nú hevur Kristin givið tekin um, at hann er nøgdur við tær broytingar, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt.

Sum Norðlýsið skilir er semja nú soleiðis, at 25% av samlaða fiskatilfeinginum skal um uppboðssøluna. Hetta er í samsvar við semjuna, sum varð gjørd á Seglloftinum á Tvøroyri. Men stóra broytingin er, at útrokningar grundarlagið, sum var 10- 15 tey seinastu árini, nú er broytt til at verða 2017. Fyri botnfiskaflotan merkir hetta ikki tað stóra, tí samlað var 2017 ikki betri enn eitt miðal fiskiár. Men fyri nótaflotan og virkið á Tvøroyri er hetta ein rættiliga stór øking og verður umleið 75% av samlaða virðinum av fiskatilfeinginum latið hesum partinum av flotanum til ognar.

Eisini borgarstjórin og tingmaðurin hjá Tjóðveldi í Vestmanna, hevur skrivað undir semjuna eftir at parturin, sum landsstýrið sleppur at útluta til royndarkvotur var øktur til 7%.

Tað er eingin ivi um at tað eyðkennir semjuna, at einans trý tingfólk eru í samgonguni, sum eru vald í Norðoyggjum og Eysturoynni. Í dag hava virkir og reiðarríð í hesum økinum keypt rættindi, sum svar til um leið 70% av fiskatilfeinginum. Ein 32% av hesum, sum í dag verður virkað og fiskað av vinnuni í Norðoyggjum og Eysturoynni, skal nú takast og bjóðast út. Hetta merkir at nú skal takast frá vinnuni í Norðoyggjum og Eysturoynni, so útlendingar og onnur kunnu bjóða og landsstýrismaðurin kann lata øðrum, sum royndarkvotur. Enn hava tingfólk onga hóming av hvussu landsstýrið ætlar at orðað tær mongu kunngerðirnar og tann óvissan kann eisini ávirkað semjuna.

Men við enn einaferð at sikta eftir minst møguliga meirilutanum í løgtinginum, leggur Høgni Hoydal, nú trýst á samgongulimir, sum sleppa at velja millum pest og kolera – tí er samstundis lagt upp til at ”semjan” sum tey 17 hava undirskrivað, er seinasta skotið í byrsuni.