Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongi krøv til útlátið og óljóð hjá skipum

Jóhann Lutzen

Russisku skipini, sum liggja við bryggju í Klaksvík, brúka tí bíligastu og skitnastu oljuna, tí tað loysir seg best hjá teimum. Kommunan fær brúgvagjald og borgarin fær dálkaða luft

Russisku skipini, sum liggja við bryggju í Klaksvík, brúka tí bíligastu og skitnastu oljuna, tí tað loysir seg best hjá teimum. Kommunan fær brúgvagjald og borgarin fær dálkaða luft

Ein konfliktlinja, sum vísur seg meira og meira í Føroyum í dag, er javnvágin ímillum pening til kommunukassan á aðrari síðuni og heilsu- og trivnaðarstøðuna hjá borgarum á hinari síðuni.

Seinastu árini eru russisk skip vorðin gerandiskostur við bryggjurnar í Klaksvík og hesi skip hava nógva dálking og óljóð við sær.

Norðlýsið hevur prátað við Jón Helmsdal, sum í 2014 vendi sær til kommununa at frætta um hvørjar ætlanir vórðu at minka um útlát og óljóð frá skipum. Frá kommununi fekk hann boðini at av tí at Felagið Føroyskar Havnir onga útmelding hevði gjørt, so gjørdi kommunan einki við málið.

Frá kommununi fekk hann eisini at vita at tey fylgja galdandi reglum og at tað vórðu ikki nógv sum klagaðu um óljóð og larm. Til hetta sigur Jón, at tað snýr seg ikki um talið av klagum, tað eru helst ikki øll sum kenna til dálking og síðani er tað tíðin og orkan hjá fólki at hugsa um.

Vit byrjaðu at hugsa um burturkast frá skipum fyri eini 20 árum síðan. Tað sær út til at vit ikki eru komin longur enn at hugsa um burturkast frá skipum, ímeðan óljóð og luftdálking enn onga raðfesting hevur fingið, sigur Jón Helmsdal.

Tað frættist úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum at ein kunngerð er á veg, sum skal regulera luftdálking, men hon er enn ikki lýst. Onki er enn at frætta um óljóð. 

Myndirnar hevur Jón Helmsdal tikið.