Men Bagge hevur ikki gjørt upp við seg sjálvan enn, hvat hann ætlar næsta ár.
Hjá meistarunum úr Víkingi er greitt, at leiðslan ynskir at halda fram við Sámal Erik Hentze sum venjara fyri komandi kappingarár.
– Vit hava tosað við Sámal Erik og ynskja, at hann heldur fram. Men hann hevur ikki tikið støðu enn um næsta ár, sigur Ólavur Thomsen, næstformaður í Víkingi. – Eg havi ikki gjørt upp við meg sjálvan, hvat eg ætli næsta ár, og tað gongur helst ein tíð enn, til eg taki støðu, sigur Sámal Erik Hentze um støðuna.
Sámal Erik Hentze hevur framúr góð hagtøl at vísa á sum venjari. Hann hevur verið venjari hjá sokallaðum topp 5 liðum trý heil kappingarár og vunnið FM hvørjaferð. Við HB í 2009, við B36 í 2014 og við Víkingi í 2016. Hann er sostatt mest vinnandi venjarin av teimum, sum í dag eru virknir, hvat føroyameistaraheitum viðvíkur. Víkingur liggur í løtuni greitt á odda í Effodeildini, nú 7 umfør eru eftir, so tað er sannlíkt, at fjórða meistaraheitið legst afturat hjá Sámal Erik Hentze um nakrar vikur.




