Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønanes kom inn við sildreka

Jákup Ósá

Tað var gott lag á bryggjuni á Kósini í kvøld, tá Grønanes legði at.

Tað var gott lag á bryggjuni áKósini í kvøld, tá Grønanes legði at.

Eitt var, at fiskiskapurin eftirmakreli hevði verið góður, har Grønanes partrolaði viðBorgaranum og Norðingi. Men meir sermerkt var tað, at Norðingurfekk ein óvæntaðan fong, tí í eina hálinum var ein sildrekikomin í posan. – Hann var deyður stutt áðrenn hann kom á dekkiðumborð á Norðingi, tí hann var framvegis heitur. Vit skóru hannupp og fingu áleið hálvt triðja tons av tvøsti burturúr, segði AgnarJoensen, skipari á Grønanes. Grønanes tók sildrekan við til lands.

Á myndunum síggja vit kørini, har tvøstið bleiv skorið í. Grønanes hálar ikki, tá hann fiskar eftir makreli, so hann hevði bara sildrekan við sær til lands, tá hann legði at bryggju í kvøld. Hetta var síðsti túrur hjá Grønaneseftir makreli á hesum sinni.