Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjórarnir á KS og SS niður í tign men 120.000 kr. meira í løn um árið

John William Joensen

Sjúkrahússtórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum ikki longur skal hava evstu ábyrgd av sjúkrahúsinum fær ein lønarhækkina á kr. 60.000 og fær síðani eina ársløn á kr. 634.335,12 um árið. Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið fær eina lønarhækking á kr. 60.000,- og far somu ársløn, sum stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Sjúkrahússtórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum ikki longur skal hava evstu ábyrgd av sjúkrahúsinum fær ein lønarhækkina á kr. 60.000 og fær síðani eina ársløn á kr. 634.335,12 um árið. Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið fær eina lønarhækking á kr. 60.000,- og far somu ársløn, sum stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Norðlýsið hevur fingið innlit í eitt innanhýsis skjal hjá Heilsumálaráðnum; ”Uppskot til broytingar av verandi lønar- og setanarviðurskiftum hjá Sjúkrahúsleiðslunum”.

Eftir hesum koma 7 teir ovastu stjórarnir í heilsuverkinum at tjena tilsamans 4,6 milliónir í løn um árið + eftirløn.

Landssjúkrahúsið, Johnny í Grótinum:

Verandi løn: kr. 66.782,57 um mánaðin (Tíðaravmarkað til 2020 – hevur sagt upp og farin í annað starv) + kr. 8.334,33 í eftirløn pr. mánað.

Nýggi stjórin á LS (ikki tíðaravmarkað), sum eisini verður forstjóri fyri Føroyska Heilsuverki:

Kr. 60.562,14 pr. mánað + kr. 10.000,19 í eftirløn.

Um árið kr. 726.745,68 + eftirløn

Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Verandi løn: kr. 47.861,26 um mánaðin + kr. 5.909,59 um mánaðan.

Sum varastjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya verður lønin:

Kr. 52.861,26 um mánaðan + 5.000 kr. í eftirløn.

Um árið kr. 634.335,12 + eftirløn

Ronnie Midjord, Sjúkrahússtjóri Suðuroyar Sjúkrahús:

Kr. 47.861,26 um mánaðin + tænastumanna eftirløn.

Sum varastjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya verður lønin:

Kr. 52.861,26 + Tænastumannaeftirløn.

Um árið kr. 634.335,12 + eftirløn

Naina Túgvustein, varastjóri (LS) við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund:

Kr. 58.526,98 um mánaðan + kr. 6.265,88 í eftirløn.

Eftir nýggja bygnaðinum:

Kr. 50.742,54 um mánaðin + kr. 6.861,39.

Um árið kr. 608.910,48 + eftirløn

Johan Jansson, varastjóri við læknafakligari bakgrund (LS)

Tíðaravmarkað starv.

Kr. 91.426,28 + kr. 15.237,72 í eftirløn

Starvið skal broytst frá tíðaravmarkað til fast starv:

Kr. 76.188,56 um mánaðin + 15.237,72 í eftirløn.

Um árið kr. 914.262,72 + eftirløn

Súsanna Olsen, varastjóri við sjúkrarøktarfaktligari bakgrund (KS)

Kr. 44.397,26 um mánaðin + 5.909,59 í eftirløn.

Verður óbroytt undir nýggju skipanini.

Um árið kr. 532.767,12 + eftirløn

Gunnbjørg Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarligari bakgrund (SS)

Kr. 44.397,26 um mánaðin + 5.909,59 í eftirløn

Verður óbroytt undir nýggja bygnaðinum.

Um árið kr. 532.767,12 + eftirløn