Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyggin sum alternativt byggiøki hjá vinnufyritøkum í Suðurstreymoy

John William Joensen

Eftir samferðslu ætlanini verður koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin í 2023 og tá verður stórt og gott byggilendi til vinnufyritøkur einans 15 minuttir frá Havnini. Eitt vinnuøkið í Havnini kostar í dag umleið kr. 1.500 pr. m2 við byggibúgvið, kloakk og øðrum installatiónum. Til samanberingar kunnu vit nevna at Sands Kommuna selir í dag vinnuøkir fyri 18 kr. fermeturin, sum tó ikki eru útgrivin, men samlaði kostnaðurin fyri vinnuligu grundstykkini, tá tey eru klár at byggja á, er einans millum 180 – 200 kr. pr. fermetur.

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands Kommunu, er sera jaligur um framtíðarútlitini hjá Sands Kommunu tá Sandoyartunnilin letur upp.

Men Sandoyartunnilin gevur eisini Kommununi avbjóðingar, tí hóast nóg hús standa tóm, so eru tey ikki til at fáa hendur á, tí fólk vantað at prísurin á sethúsum fer upp, tá koyrandi verður um Sandoyarfjørð í 2023.

Í løtuni eru vit farin undir útstykkingar til sethús. Talan er um 13 grundstykkir. Seks fólk standa á bíðilista. Seinasta útstykkingin hjá Sands Kommunu bleiv gjørd í 2005, men so skulu vit leita heilt aftur í 1980ini, tá kommunan eisini framdi útstykkingar til sethúsabygging.

Útróðurin í Sandoynni er nógv minkaður, og hóast landsstýrið tosar um at geva út økiskvotur, vanti eg ikki at Sandoyggin fer at fáa nógv burtur úr tí. Men hinvegin vanti eg at Sandoyggin fer at verða áhugavert økið hjá vinnuni, sum ætlar at byggja í miðøkinum, tí við Sandoyartunnlinum verður einans 15 min. at koyra til Havnar, og kostnaðurin hjá vinnuni at byggja á Sandoynni er sera nógv minni enn hann er í Suðurstreymi.

Tað er sera umráðandi at landsmyndugleikarnir leggja ein ætlan fyri hvussu útbyggingarnar av samferðsluøkinum verða skipaðar í framtíðini íroknað fasta sambandi til Suðuroynna, sigur Brandur Sandoy.

Stórur prísmunur

Norðlýsið hevur gjørt tosað við fyritøkur á Sandoynni og gjørt eina meting av prísmuninum hjá vinnufyritøkum, at seta búgv í Tórshavnar Kommuna og í Sands Kommunu.

Sum dømi kunnu vit nevna at eitt vinnuøkið í Tórshavnar Kommunu, sum er 2.000 m2 kostar 1.300 pr. fermeturin ella kr. 2,6 mió. kr. at keypa. Tá eru allar instalatiónir gjørdar og klárt er at byggja.

Í Sands Kommunu er fermetraprísurin fyri vinnuøki, sum ikki eru útgrivið 18 kr. ella kr. 36.000 kr. fyri 2.000 m2.

Eitt vinnuøkið í Sands Kommunu kostar millum 200 – 180 kr. pr. m2 við installatiónum, tá tað er klárt at byggja á.

2.000m2 av vinnuøki kostað sostatt 360.000 kr á Sandoynni og 2,6 mió. kr. í Tórshavn. Sostatt kunnu vit staðfesta at tað er umleið 7 ferðir bíligari at keypa vinnuøki í Sands Kommunu enn tað er í dag í Tórshavnar Kommunu.