Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála fingið fleiri stig móti topp 5 enn móti botn 5

Jákup Ósá

Skála og EB/Streymur fáa lutfalsliga nógv stig móti topp 5, meðan TB/FC Suðuroy/Royn er nógv sterkast í innanhýsis dystum millum botn 5.

Skála og EB/Streymur fáa lutfalsliga nógv stig móti topp 5, meðan TB/FC Suðuroy/Royn er nógv sterkast í innanhýsis dystum millum botn 5.

Skála hevur fingið fleiri stig móti topp 5 enn móti botn 5. Tá tað kemur til at spæla ímóti topp 5, so eru Skála og EB/Streymur tey liðini, sum í nógv størsta mun taka stig og arga topp 5. Hinvegin er TB/FC Suðuroy/Royn nógv sterkast í innanhýsis dystum millum botn 5. Eisini 07 Vestur er betri enn EB/Streymur og Skála í innanhýsis botn 5 dystum. Sí yvirlit niðanfyri.

TB/FC Suðuroy/Royn

Móti topp 5: 4 stig í 11 dystum

Móti botn 5: 20 stig í 10 dystum

EB/Streymur

Móti topp 5: 11 stig í 12 dystum

Móti botn 5: 12 stig í 9 dystum

Skála

Móti topp 5: 13 stig í 13 dystum

Móti botn 5: 10 stig í 8 dystum

07 Vestur

Móti topp 5: 2 stig í 13 dystum

Móti botn 5: 14 stig í 8 dystum

ÍF

Móti topp 5: 5 stig í 12 dystum

Móti botn 5: 4 stig í 9 dystum

Topp 5 eru: Víkingur, KÍ, B36, NSÍ og HB

Botn 5 eru: TB/FC Suðuroy/Royn, Skála, EB/Streymur, 07 Vestur og ÍF