Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálendarin Tecla á vitjan í Klaksvík

Oliver Joensen

Meinhard Petersen, stjóri á Klaksvíkar Havn sigur, at Tecla hevur verið í Íslandi við ferðafólkum, fer ein túr fram við Kalsoynni í dag og ætlar sær til Mykinesar í morgin.

Tecla er eitt gamalt sildaskip, sum er bygt í 1915 í Vlaardingen. Hon er 28 metur long um dekkið og 38 metrar full longd. Fýra professionellir siglarar eiga og hava átt Teclu síðani 2006.

Tecla er ein skjótur siglari og er útgjørd við so tradionellari seglføring, sum muligt og hevur topsegl og og ymisk forsegl til lættari veður. Eigararnir royna at halda hana so nær upprunastandi sum gjørligt.

Teir gera túrar sum varða tveir dagar og upp til 6 mánaðar. Á túrunum hava teir eitt venjingarprogram at seta segl.