Leygardagin verður ársins fyrsti landskappingardystur í FTZ-deildini.
Leygardagin verður ársins fyrsti landskappingardystur í FTZ-deildini.
Team Klaksvík hevur ikki hagtølini við sær, tí tað eru nøkur ár síðani, at liðið vann ein landskappingardyst. Í fjør bleiv tað til ein javnleik, og tað bleiv tað eisini árið frammanundan. Undan kappingini í ár eru nakrar broytingar í hópinum. Nakrir leikarar eru ikki við longur, meðan tilgongd hevur verið av nøkrum leikarum. Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum er H71, sum í fjør vann greipuna. Í H71 hópinum hava eisini fleiri broytingar verið í hópinum í vetur.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygardagin kl.15.00.




