Fyrrverandi danski venjarin fylgir føroyskum hondbólti tætt og hevur gjørt sær sína meting um, hvørji lið koma langt í ár.
Fyrrverandi danski venjarin fylgir føroyskum hondbólti tætt og hevur gjørt sær sína meting um, hvørji lið koma langt í ár.
Claus Ramussen úr Danmark hevur verið venjari hjá fleiri liðum í bestu mansdeildini og hevur fylgt kappingini væl í fleiri ár.
Hann væntar, at Kyndil og VÍF koma í kvinnufinaluna.
– Kyndil og VÍF koma í finaluna, har Neistin er underdog. Neistin hevur havt útskifting og hava tikið nógvar ungar leikarar upp á besta liðið. Tí skulu tær byggja ein nýggjan vinnaramentalitet upp og læra tær ungu at vinna. StÍF hevur øgiliga smalan hóp, har tað er blandað við ungum og royndum leikarum, so har er spennandi at síggja, hvussu langt tað røkkur. Stjørnan hevur í eina tíð arbeitt við at samanspæla eitt nýtt lið, sum skal vera klárt at spæla í bestu deildini. Tað er spennandi at síggja, hvussu langt Stjørnan er komin, nú tær møta Neistanum í fyrsta umfarinum. Eg vænti, at tað verður ein javnur dystur. VB er altíð spennandi á teirra heimavølli, har alt kann henda. Tær kunnu koma við óvæntaðum úrslitum og arga øll lið á heimavølli, men samstundis kunnu tær vera sera óstøðugar á útivølli. VB hevur fingið ein nýggjan venjara, so vit mugu síggja. H71 hevur eitt nýtt spennandi lið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tær takla at spæla í deildini m.a. tá tær møta teimum bestu, og tá leikarar t.d. vera mansvardar. Eg vænti, at kappingin fer at koyra í tveimum bólkum. Kyndil, VÍF og Neistin í ovara bólkinum og so restin í niðara bólkinum. Men bólturin er rundur og alt kann henda. Annars er tað, sum eg gleði meg mest til í ár, er at síggja, hvussu teir ungu leikararnar kunnu menna seg fysiskt, mentalt og ikki minst tekniskt.
Kyndil er favorittur hjá monnum
Og um mansdeildina væntar Claus, at Kyndil endiliga tekur stigið heilt upp.
– Hvørt ár havi eg sagt og trúð, at Kyndil vil vinna bæði steypini. Aftur í ár trúgvi eg, at Kyndil má vera eitt av liðunum í báðum finalunum. Kyndil hevur gott nokk mist nakrar leikarar, men teir hava sanniliga eisini fingið tilgongd. Síðani kann ein hyggja eftir, hvørjum teir skulu møta, og har vænti eg, at tey fýra liðini, sum kunnu kappast um at koma í finalurnar vera Kyndil, VÍF, H71 og Neistin. VÍF hevur góðar leikarar á málmansøkinum, vongunum, bakkunum og sum spæliskiparar. Kanska hava teir trupulleikar á strikuni, men sum øll siga, so finna teir loysn uppá trupulleikarnar eftir jól, um nakað manglar. H71 hevur mist góðar leikarar, men hava framvegis leikaratilfeingi til at koma heilt upp á toppin. Neistin sær rættiliga spennandi út í ár, har teir hava eina samanseting av yngru og eldru leikarum. Yngru leikararnir hava ment seg seinnu árini, og nú kann Neistin ikki blíva við at siga, at teir hava eitt ungt lið. StÍF hevur ein spennandi hóp, har nakað av útskifting hevur verið. Eg vænti, at Dia Midjord fer at menna teir, og so er spennandi, um teir hava tol til at menna leikararnar. Team Klaksvík er spennandi at fylgja í ár. Eg vænti, at venjari og fólk rundan um eru við at finna útav, hvat tey vilja og ikki minst, hvussu teir skulu spæla við teirra hópi.
– Eg eri spentur at síggja, um U21 leikararnir kunnu halda fram at menna seg, sum vit sóu á landsliðnum. Annars vænti eg, at vit koma at síggja fleiri lið verja álopskent, bæði 5-1 og 3-2-1, men eg vóni, at 6-0 eisini fer at virka. Eisini síggja vit her og uttanlands, at lið spæla 7 móti 6 ella 7 móti 5. So vónandi fáa vit nógvar góðar dystir og nógvar áskoðarar til dystirnar, so vit kunnu byggja víðari á stóra arbeiði, sum verður gjørt úti í feløgunum, sigur Claus Rasmussen við Norðlýsið.
Tá vit spurdu Claus um at seta eitt boð uppá endaligu stigatalvuna, so vildi hann ikki av tí orsøk, at hann hevði sæð ov lítið til liðini.




