Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar Kekkia 0-8

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Byrjanin uppá HM undankappingina gjørdist alt annað enn góð, tá Føroyar løgdu rygg til eitt av liðunum í bólkaspælinum, sum frammanundan ikki var mett at vera millum tey sterkastu í bólkinum. 

Fyrri hálvleikur var ræðuligur sæð við føroyskum eygum. Málini raplaðu inn og hálvleiksstøðan var 6-0 til Kekkia, sum lýsti dystargongdina væl. Tað tóktist sum, at føroyska liðið ikki var klárt til eina so krevjandi uppgávu eftir ein landsliðssteðg uppá nakrar mánaðar. Í seinna hálvleiki bleiv avrikið nógv betri. Endaliga støðan gjørdist 8-0 til Kekkia. Tað var ein staðfesting av, hvat væntast í hesum bólkaspælinum, tí serliga Ísland og Týskland væntast at vera lið, sum eru væl betri enn Kekkia. Tí er at vóna, at føroyska liðið fer at mennast, so at úrslitini gerast betri, tí avrikini í undankappingini til bólkaspælið vóru framúr góð og prógvaðu, at tað býr nógv gott í hópinum.

Nakrar myndir frá dystinum:

Harleyfacadeacryl