Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkoman í Betesda verður 100 ár.

Betesda

Í hesum døgum hátíðarheldur Samkoman í Betesda, at tað eru 100 ár liðin, síðani samkoman var stovnað. Serliga nógv verður gjørt burtur úr í komandi viku, frá 17. til 24. sept.

Í hesum døgum hátíðarheldur Samkoman í Betesda, at tað eru 100 ár liðin, síðani samkoman var stovnað..

Serliga nógv verður gjørt burtur úr í komandi viku, frá 17. til 24. sept.

Sunnukvøldið 17. sept. er møti kl. 18, har hugleitt verður um tað, ið farið er, men eisini um tað, sum stendur fyri framman.

Frá mánadegnum og til og við hósdagin er caféin opin frá 10 til 18. Ein drekkamuður er at fáa, og framsýningar eru í hølunum. Kl. 16.30 hesar dagarnar eru samrøður við fólk í samkomuni, og onkur kemur at syngja.

Trý av hesum kvøldunum eru fyrilestrar í salinum um søguna hjá samkomuni. Tann fyrsti er um sang og tónleik í samkomuni, tann næsti um, hvussu samkoman byrjaði í Klaksvík, og tann triði um vekingina í 60’unum til 80’ini.

Fríggjadagin 22. sept. er eldrasamkoma, og leygarkvøldið 23. sept er ein sang- og hugnaløta við kórinum kl. 20.

Sunnukvøldið 24. sept. er eitt takkar- og lovsongsmøti.

Samkoman bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin í Betesda at hátíðarhalda 100 ára haldið.

Ein fullfíggjað skrá fyri 17. til 24. sept. sæst her