Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur vann alt í Hvannasundi

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Myndarøð úr Hvannasundi) Fyri fyrstu ferð luttók Klaksvíkingur í ódnartøkum eftir ólavsøku og 10-mannafarið úr Klaksvík gjørdi bart og vann allar róðrarnar, í sera harðari kapping við Havnarbátin, sum annars hevur vunnið flestu ódnartøkini hini umførini.

Veðrið var av tí fagrasta, tá seinastu ódnartøkini í ár blivu tikin í Hvannasundi. Ein bátur úr Norðoyggjum gjørdi bart og vann allar róðrarnar og tað var 10-mannafarið og føroyameistararnir frá Klaksvíkingi, sum ikki høvdu heilt mist formin, hóast teir ikki hava luttikið fyrr í ódnartøkum í summar. Í harðari kapping við Havnarbátin vann Klaksvíkingur allar tríggjar róðrarnar í ódnartøkum í dag. Annars vóru tað nærum bara bátar úr Tórshavnar Kommunu, sum vunnu róðrarnar í hinum bátastøddunum. Sí úrslit við at klikkja á seinastu myndina niðanfyri.