Søkt verður eftir avloysara fyri ergoterapeut í barnsburðarfarloyvi at arbeiða fulla tíð frá 01.01.18 til 31.12.18.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sum ergoterapeutur
- Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Ellingsgaard, leiðandi fysioterapeut, telefon 454545 lokal 4668 ella teldupost: benadicta@ks.fo.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Seinasta freist at søkja er týsdagin, 3. oktobur 2017.




