Boðskapurin hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn til vinnuna í Norðoyggjum og Eysturoynni, sum í dag virka ella veiða umleið 90% av fiskatilfeinginum er – Tit kunnu bara bjóða.
Boðskapurin hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn til vinnuna í Norðoyggjum og Eysturoynni, sum í dag virka ella veiðja umleið 90% av fiskatilfeinginum er – Tit kunnu bara bjóða.
Í dag verður umleið 90% av fiskatilfeinginum, veitt av veiðumonnum ella tilvirkað av flakakvinnum, sum eru heimahoyrandi í Eysturoynni og Norðoyggjum. Við ætlanini hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, verða 32 % av tilfeinginum sum Eysturoyggin og Norðoyggjar í dag hava loyvi at virka, tikið frá hesum verkaøkið og deilt sum økiskvotur og royndarkvotur til Suðuroynna, vestmenningar o.fl. umframt lagt út á eina almenna uppboðsølu, sum sokallaðir nýggir aktørar skulu sleppa framat at bjóða.
Vinnan, verkafólk, fakfeløg og bankar hava mótmælt uppá tað harðasta.
Norðoyggjar eiga bara tvey varaumboð í samgonguni og Eysturoyggin eigur einans eitt tingfólk. At hesi hava havt sera lítla ávirkan á ætlaðu nýskipanina er týðuligt.
Tit kunnu bara bjóða uppá tilfeingi á ”jøvnum” føti við onnur, er einasti boðskapurin hesi hava til verkafólk í norðurøkinum, nú so nógv verður tikið frá okkum, er skakandi og vit standa spyrjandi.
Hvat er endamálið???
Tað man neyvan verða nakar, sum grunaði at hetta skuldi verða úrslitið tá vit valdu okkara umboð á ting.




