Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo Holm Johannesen: Landnyrðingsføroyar fara at svíða av hesum uppskotinum

Norðlýsið

Vit havnarmenn koma at hava tað gott fyrstu árini, men so rakar tað eisini okkum í Suðurstreymoy.

Kaj Leo Holm Johannesen frá sambandsflokkinum segði undir viðgerðini av fiskivinnuuppskotinum, at eitt slíkt uppskot fær avleiðingar fyri økir í landinum.

– Hetta fær avleiðingar fyri landnyrðingsføroyar. Eingin ivi um tað. Vit havnarmenn í Suðurstreymi koma nokk at hava tað gott fyrstu árini, men eftir 2-3 ár, so kemur tað at sláa hart aftur, eisini í Suðurstreymoy, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann vísti eisini á, at stórar skerjingar á fiskistovnarnar, sum tey flestu siga seg taka undir við, fara at fáa stóra ávirkan á føroyska fiskivinnu.