Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

El-In 25 ára føðingardag

Orð og myndir: Dávur Winther

Í gjár hevði kenda el-fyritøkan í Klaksvík, El-In 25 ára føðingardag í fagrasta veðri. Ja, veðrið var so gott, at tiltakið var uttanfyri í nógvu sólini, har Hallur og Beddy sungu og spældu góðu og gomlu slagararnar, og sjálvandi var “Gyltu ljósakrónurnar” ein teirra – ógvuliga apropos

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum eisini hevur starvast hjá fyritøkuni, El-In, greiddi frá hesum spennandi arbeiðsplássi, har hjúnuni Elin og Hilmar sanniliga hava rikið hesa fyritøku við brennandi áhuga og tokka. Tí hevur fyritøkan klárað seg so væl – eisini í ringum tíðum, har eldhugi teirri hevði hildið teimum omaná, og er fyritøkan í dag vird víða um í Føroyum.

Hilmar greiddi frá byrjanini av fyritøkuni í kjallaranum hjá ommu og abba sínum, Olgu og Haldor Holm, og at tey eftir ymsar broytingar og tillagingar vóru komin niðan í ídnaðarøkið við Borðoyarvík, fyri nú nøkrum árum síðan.

Síðani spældi og sang Signar í Homrum nøkur av sínum kendu løgum, meðan kaffi og køkur gingu so lystiliga inni í snotiliga handlinum.