Venjarin hjá Kyndli hevði ávarað sínar leikarar um, at Team Klaksvík hevur eitt gott lið.
Venjarin hjá Kyndli hevði ávarað sínar leikarar um, at Team Klaksvík hevur eitt gott lið.
Team Klaksvík vann í kvøld 19-18 á Kyndli eftir at Kyndil var á odda 11-7 í hálvleikinum. Hetta var fyrsti sigurin hjá Team Klaksvík í fleiri ár. Eftir søguliga sigurin hjá Team Klaksvík fekk Norðlýsið orðið á venjaran hjá Kyndli, Andreas F. Hansen, sum sjálvsagt var sera vónbrotin.
– Vit standa rímiliga væl í verjuni og fáa nógv kontraálop í fyrra hálvleiki. Vit brenna heilt øgiliga nógvar upplagdar møguleikar. So kemur Team Klaksvík tættari og tættari uppá, og tættari teir koma uppá, verri tora vit at spæla hondbólt og gevast at renna. So fyrri hálvleikur var okay, meðan seinni hálvleikur var ein katastrofa, segði hann.
Vóru fyrireikaðir uppá styrkina hjá Team Klaksvík
Vit spurdu Andreas um, hvat hann helt um liðið hjá Team Klaksvík.
– Teir fyrstu 7 leikararnir hjá teimum eru fínir. Tað vistu vit av áðrenn, tí vit kenna leikararnir og nógvir av teimum hava spælt hjá okkum. Vit fingu ein harðan dyst, men tað vistu vit av frammanundan. Eg vænti, at teir vinna fleiri sigrar. Teir kundu tað sama vunnið móti H71, um teir høvdu høvdið ordiliga uppiá í seinna hálvleiki í tí dystinum. Teir hava brúk fyri einum málverja, sum tekur nógv skot, sum hann gjørdi í dag. Tað er fyrsta fortreytin, segði hann.
Mistu knappliga tveir profilar í somu síðu
Undan kappingarárinum vóru tey flestu sum viðmerktu kappingina samd um, at Kyndil fór at vera partur av oddinum hetta kappingarárið. Men byrjanin hevur ikki verið góð, tí Kyndil hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar, móti StÍF og Team Klaksvík.
– Vit missa tveir lámar leikarar beint áðrenn kappingin byrjar (Kjartan Johansen og ein serbi). Teir hava vant við alt summarið. Dagin fyri dystin móti StÍF fáa vit endaliga staðfest, at teir spæla ikki í ár, og tað ávirkar okkara spæl nógv, tí vit hava als ikki vant við leikarum, sum skjóta við høgru hond, á høgra bakki. Tað er ein stór frágreiðing uppá tað. Hjá okkum má álopsspælið blíva betri, har vit mugu finna eina loysn uppá, at vit ikki hava leikarar á høgra bakki, sum eru lámur, segði Andreas F. Hansen sum legði afturat, at hópurin hjá Kyndli er endaligur, og at eingin styrkur kemur inn afturat.




