Bárur Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við KVF, at flokkurin hevur avgjørt ikki at leggja nýskipanaruppskotið, sum flokkurin hevur gjørt, fram aftur nú. Hann sigur at tað er ov stutt til 1. januar 2018 og tí kann man ikki bjóða vinnuni, at hon skal umleggja at virka eftir einari nýggjari skipan eftir so stutta tíð.

– Ein so grundleggjandi broyting sum kemur at raka okkara høvuðsvinnu, eigur at verða gjørd í breiðari semju og eigur undir ongum umstøðum at verða trýst ígjøgnum við so stuttum skoðbrá, sum nú er ætlanin hjá landsstýrinum, sigur Bárður Nielsen við KVF.