Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá man brúkar tøl, skal man brúka røtt tøl

Pól Huus Sólstein

Aftaná at hava lisið ein blog av Harra Oskarssyni, og hansara uptopisku propaganda um at reiðara ráva til sín 50.000 kr frá hvørjum húski í Føroyum, og Harra Jacobsen endurtaka tað sama í Kringvarpinum, kann eg ikki annað enn at tala at.

Alt mítt vaksna lív havi eg fingist við tøl, og eitt hevur lívið lært meg: Tá man brúkar tøl, skal man brúka røtt tøl; onki annað. So eg gjørdi mær tann ómak at fara inn á hagtalsgrunnin hjá Hagstovuni. Hetta grundarlag burdu Búskaparkúllarnir kent innanífrá. Ikki var eg sørt bilsin av at síggja, at tølini ikki eru longur enn til 2013, nú hendan greinin av føroyskum vinnulívið er til viðgerðar á hvørs mans tungu. Men lat tað fara. Her eru tey seinastu tølini. Ongi nýggjari finnast, og fyrr enn nøkur nýggj eru á borðinum, vil eg halda meg til hesi. Netto úrslitið fyri Fiskivinnuna undir einum var knappar 180 milliónir.

Til samanberingar, fyri tey sum tíma at fara í hagtalsgrunnin at leita, var hetta sama talið fyri alivinnuna 1481 milliónir.

So hvat er perir og hvat er bananir veit eg ikki heilt, men haldi at tølini sum verða slongd yvir borið skulu verða røtt. Alt annað kann føra til ein Ólukku