Føroyagrunnurin og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri kunningarfundi fyri viðkomandi partar í Gamla Seglhúsinum, við tí endamáli at stovnseta eitt sjóvinnusavn í Klaksvík
Føroyagrunnurin og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri kunningarfundi fyri viðkomandi partar í Gamla Seglhúsinum, við tí endamáli at stovnseta eitt sjóvinnusavn í Klaksvík
Ætlanin er, at snúningsdepilin í sjóvinnnusavninum verður línuskipið Helena, sum er gamli Nónhamar. Eini 30 fólk úr ymsum tættum í vinnu-, og mentanarlívinum í Klaksvík og aðrastaðni vórðu boðin á kunningarfund í Gamla Seglhúsinum.
Annika Sølvará bjóðaði vælkomin og greiddi frá, at nú forkanningar byrjaðu, ynsktu tey at allir viðkomandi partar fingu høvi at verða umboðaðir í uppstartinum av verkætlanini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevði síðani orðið, har hann vísti á týdningin av at vit varðveita okkara vinnu- og mentanarsøgu. Jógvan greiddi eisini frá ætlanunum, sum kommunan hevur í miðbýarøkinum.
Leif Abrahamsen er verkætlanarleiðari, og hann greiddi nærri frá verkætlanini og síðani kjakaðust fundarfólkini um ymsar tættir í henni. Semja var á fundinum um, at tørvur er á einum sjóvinnusavni í Føroyum.




