Hoyr fyrsta føroyska rockn rollara í Spaniastovu
Væleydnaðu Legendkvøldini undir heitinum Komið øll við halda fram mikukvøldið í Spaniastovu. Tá fer Rudollf Joensen at hava eina samrøðu við fyrsta føroyska rockn roll tónleikaran, til samrøðu um tónleikaligu yrkisleið hansara.
Frásøga, samrøða og tónleikur
Undan samrøðuna við Robert verður stutt frásøga um tónleikaligu rákini uttan úr heimi. Har serstakliga Radio Luxemburg hevði stóra ávirkan og var kelda til íblástur hjá tónleikarunum í Føroyum.
Legendkvøld við Føroya fyrsta Rockn Rollara, sum var á pallinum fá ár aftaná Elvis, er eitt søguligt kvøld har Robert McBirnie í samrøðu við Rudolf Joensen sigur frá tónleikaligu yrkisleið sína frá ungum árum í Vági. Frá Red Boys til Faroe Boys. Um tónleikaferðir í Føroyum og í Íslandi. Frá fyrstu singulplátu til fyrstu LP útgávu teirra.
Robert sigur frá tá hann keypti sína fyrstu gittar í Klaksvík. Um fyrstu poppkonsert í Klaksvík, Spinnarínum, sum hann fyrireikaði. Og tá Robert sang Hallo Mary Lou á sangkapping í Tivoli.
Intimkonsert
Høvið verður eisini at hoyra Robert saman við Rani Nólsøe band framføra nøkur av teimum kendastu løgunum frá fyrstu tónleikatíðini. Húsaorkestri, sum spæla undir hjá Robert McBirnie, er mannað við Jógvan Fróði Baldvinsson, bass, Jens Pauli Joensen, trommir, og Rani Nólsøe, gittar.
Atgongumerkini kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.
Vegna fyrireikarnar,
Jógvan Andrias
PS. Seinasta legendkvøldið í ár verður væntandi 8.nov. Tá tosar Rudolf við Martin Joensen og tónleikur er eisini á skránni, as usual.




