Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at seta framløgupartin av ráðstevnuni. Tað er Nordic Innovation sum skipar fyri í samstarvið við verkætlanina MacroCascade.
Altjóða tararáðstevnan Nordic Seaweed byrjaði í gjár við virkisvitjanum í Funningsfirði, har Ocean Rainforest hevur sína taraling. Tá bleiv avdúkað, at felagið er við í nýggjari verkætlan í USA. Endamálið er at royna aliskipanina, sum felagið hevur ment í Funningsfirði, í slóðbrótandi tara aling í Los Angeles Bay saman við amerikanska felagnum Catalina Sea Ranch. Verkætlnin er fíggjað av ARPA-E.
Vitjað var eisini á Høvdavirkinum, á Bakkafrost, hjá Tari – Faroe Seaweed og hjá Innova.
Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at seta framløgupartin av ráðstevnuni. Tað er Nordic Innovation sum skipar fyri í samstarvið við verkætlanina MacroCascade.
Í kvød (28. september) verður høvið at royna leskiligar brellbitar á Hvonn, sum m.a. innihalda tara. Tað er Ocean Rainforest, sum skipar fyri tiltakinum Tarabitar á Hvønn, og øll eru vælkomin.




